Lagt varð ikki upp til eins stórar uppgerðir sum í gjár, nú dagur tvey í áttandapartsfinalunum í Champions League upprann. Tað var tó væntað, at tað fór at gerast tætt og áhugavert.
Í London tók annað av finaluliðunum í fjør, ímóti einum liðið ið er nýtt á hesum støðinum. RB Leipzig er nummar tvey í Bundesligaini - bert eitt stig aftanfyri Bayern. Útiliðið var omaná fram til málið í 58. minutti. Hetta kom eftir brotsspark, ið stjørnuáleyparin og glóðheiti Timo Werner setti inn, eftir at Ben Davies hevði framt tað á klossutan hátt.
Werner var tryggur móti vælleikandi Hugo Lloris úr ellivu metrum (Mynd: EPA)
Liðið hjá Julian Nagelsmann hevði spælt væl betri og meira ágangandi enn heimaliðið, ið var uttan Harry Kane og Son Heung-Min. Harvið manglaði broddur, og hóast Tottenham hótti nakað seinastu tjúgu minuttirnar, so eydnast tað ikki liðnum hjá Mourinho at fáa mál. Tvær góðar royndir uppá beinleiðis fríspark og ein stútari frá Lucas Moura var tað tættasta, ið Tottenham kom. Harvið bíðar ein sera stór uppgáva hjá Mourinho og hansara monnum í eystara parti av Týsklandi í mars.
Mourinho við nógvum royndum á hægsta støði móti 32-ára gamla Julian Nagelsmann (Mynd: EPA)
Liðið hjá Nagelsmann elvdi til stúran hjá Mourinho (Mynd: EPA)
Valencia hevur eisini eina risa stóra uppgávu fyri framman. Atalanta var væl betri á San Siro, heimavøllurin í Bergamo er ikki egnaður til Champions League-fótbólt í løtuni, og kom á odda 4-0, áðrenn Denis Cheryshev minkaði um munin, og fekk nakað av lív í uppgeðrina. Valencia var uttan nógvar leikarar; millum annað føstu miðverjuni og stjørnuáleyparan Rodrigo. Einki skal tó takast frá liðnum, sum er á á 4. plássi í Serie A, og sum við góðum álopsspæli og flottum máli syrgdu fyri, at annað beinið er í fyrstu fjórðingsfinaluni nakrantíð
Fagnaður á teimum á heimaliðinum (Mynd: EPA)
Champions League 1/8-finalur:
19.02
Atalanta - Valencia 4-1 (2-0)
16' Hans Hateboer 1-0
41' Josip Ilicic 2-0
57' Remo Freuler 3-0
62' Hans Hateboer 4-0
66' Denis Cheryshev 4-1
Tottenham - RB Leipzig 0-1 (0-0)
58' Timo Werner (br) 0-1
Í gjár:
Atletico Madrid - Liverpool 1-0 (1-0)
4' Saul Niguez 1-0
Borussia Dortmund - Paris Saint Germain 2-1 (0-0)
69' Erling Braut Håland 1-0
75' Neymar 1-1
77' Erling Braut Håland 2-1
Les eisini: Liverpool tapti fyri fyrstu ferð í fimm mánaðir - Haaland tryggjaði Dortmund sigurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald