Innanlands

Atferðarreglurnar kunnu seta forboð fyri fartelefonum í skúladegnum

Fartelefonin er ikki eitt undirvísingaramboð, og hon órógvar undirvísingina og felagsskapin millum næmingarnar í fríløtunum. Skúlanir eiga at fáa týðandi heimildir til at seta reglur

Nakrir skúlar hava í langa tíð havt ásetingar í atferðarreglunum, at næmingarnir ikki hava snildfon við í skúla, og teir lata væl at skipanini

Nakrir skúlar hava í langa tíð havt ásetingar í atferðarreglunum, at næmingarnir ikki hava snildfon við í skúla, og teir lata væl at skipanini

2025-03-19 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: - Fartelefonin er ikki eitt undirvísingaramboð, og hon órógvar undirvísingina og felagsskapin millum næmingarnar í fríløtunum. Tí er tað ein góð loysn, at skúlarnir fáa týðiligar heimildir at seta reglur fyri nýtslu av fartelefonum í skúladegnum og um neyðugt at seta forboð.

Hetta sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Lærarafelagið hevur ført fram, at skúlarnir eiga at fáa týðiligar heimildir til at seta avmarkandi reglur fyri nýtslu av fartelefon í skúladegnum sum partur av atferðarreglunum. Fleiri lærarar hava vent sær til felagið og boðað frá, at tey hava nógv óneyðugt stríð av fartelefonini, at hon órógvar bæði undirvísingina, læringina hjá næminginum og felagsskapin millum næmingarnar. Tá fartelefonin er nær, klára næmingarnir illa at savna seg um annað, og tí mæla lærararnir til, at skúlin hevur heimild at seta reglur, sum týðiliga avmarka nýtslu av fartelefonum í skúladegnum.

Sí eisini: Atferðarreglurnar skulu tálma nýtsluni av fartelefoni í skúlanum

Skúlarnir hava fingið heimild at tálma nýtsluni av fartelefon í skúladegnum í kunngerðini um atferðarreglur í fólkaskúlanum, sum landsstýrisfólkið lýsti í oktober í 2024. Í kunngerðini er ein nýggj áseting um at “tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum”. Saman við kunngerðini er eisini eitt tilmæli til atferðarreglurnar, sum ásetur, at “fartelefonnýtsla verður avmarkað so nógv sum til ber í skúladegnum, so at meginreglan verður, at næmingarnir ikki nýta fartelefon, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum.”

Kunngerðin um atferðarreglurnar eigur at hava eina sterkari áseting enn orðingina “at tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum". Tørvur er á at gera tað týðiligt, at avmarkingar skulu gerast fyri fartelefonnýtslu í skúladegnum; tí átti orðingin í kunngerðini heldur at verið, at “fartelefonnýtsla verður avmarkað so nógv sum til ber í skúladegnum”. Hetta er eisini tað, sum stendur í vegleiðingini til atferðarreglurnar.

Nakrir skúlar hava í langa tíð havt ásetingar í atferðarreglunum, at næmingarnir ikki hava snildfon við í skúla, og teir lata væl at skipanini. Í Skúlablaðnum er frágreiðing frá Skúlanum í Eysturkommunu, har atferðarreglurnar greitt áseta: “Á skúlunum í Eysturkommunu hava næmingarnir ikki snildfon við í skúla". Og í skúlanum í Kollafirði hava greiðar atferðarreglur verið í eini 15 ár. Skúlastjórin í Kollafirði sigur, at “Tað snýr seg um at halda fast og ikki lora og gera undantak”, og teirra royndir eru, at “Tað kemur næstan ikki fyri, at næmingur brýtur reglurnar”.

- At seta forboð fyri nýtslu av fartelefon í skúladegnum við atferðarreglunum er skjótt at gera, og um neyðugt eisini skjótt at taka burtur aftur. Um avmarkingar ella forboð verður sett fyri fartelefonini við atferðarreglunum, so er tað eisini ein skipan, sum skúlarnir kenna, og í atferðarreglunum eru greiðar ásetingar fyri, hvørjar fylgjurnar ella avleiðingarnar eru fyri næmingarnar, um teir ikki halda reglur.

Sí eisini: Næmingarnir í Kollafirði taka telefonreglurnar í álvara

Um forboð fyri fartelefon í skúladegnum harafturímóti skal setast við lóg, so er ivasamt, hvør revsingin skal vera, og hvussu skúlarnir ella lærarin skal fyrihalda seg til lógarbrotið, at ein næmingurin hevur fartelefon við í skúla ella nýtir snildfonina í skúladegnum. Tað er trupult at síggja, hvør revsingin skal vera fyri at bróta eina tílíka lógaráseting, og tað gevur lítla meining at hava eina lóg, har eingin áseting er fyri revsing ella avleiðing fyri at bróta lógina.

Sí eisini: Skúlastjóri: - Fartelefonin er ikki ein trupulleiki í skúlanum

Sí eisini: Løgmaður vil banna telefonum í fólkaskúlanum

Tað verður ført fram, at fartelefonin kann nýtast í pørtum av undirvísingini, og at skúlin eisini eigur at læra næmingarnar at nýta fartelefonina á skynsaman hátt. Í hesum er vert at viðmerkja, at fólkaskúlalógin § 23, stk. 1 ásetur, at teir undirvísingarmiðlar, ið neyðugir eru, skulu ókeypis latast næmingunum til nýtslu. Fartelefonin er eitt tól, sum næmingar eiga og hava við sær í skúla heimanífrá, og sum bæði órógvar undirvísingina, atburðin hjá næmingunum og felagsskapin í flokkinum. Tí kann fartelefonin ella snildfonin ikki metast saman við onnur amboð, sum skúlin veitir næmingunum.

Fleiri gera mun á fartelefonum og snildfonunum, og tað er serliga snildfonin, sum stjelur uppmerksemið hjá næmingunum frá undirvísingini og floksfelagunum, sum sita undir liðini á teimum. Um tað er neyðugt at gera mun á nýtsluni av snildfonini og fartelefonini ella knappatelefonini, so er lætt at gera tað í atferðarreglunum í skúlanum, sum t.d. Skúlin í Eysturkommunu hevur gjørt.

Fartelefonin er ikki eitt skúlaamboð, og snildfonin órógvar børnini bæði í skúladegnum og uttan fyri skúlan; tí eiga týðiligar reglur at vera í skúladegnum, sum regulera ella avmarka nýtsluna av telefonini í skúladegnum. Hesar avmarkandi reglur ella forboð kann skúlin lættari seta og umsita, um tað er sett í verk við heimild í atferðarreglunum heldur enn við eini lóg. Við atferðarreglunum kann skúlin seta neyðug mørk og hava tamarhald á nýtsluni av snildfonini í skúladegnum, men snildfonin órógvar eisini nógv i frítíðini, men tað er ein onnur søga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder