
Skúlablaðið: Í Sørvágs skúla hava tey í nógv ár hava reglur fyri fartelefonnýtslu, og nýliga eru tær dagførdar.
- Reglurnar hjá okkum eru sera greiðar. Telefonir skulu helst ikki takast við í skúla. Vit mæla til, at næmingarnir lata telefonirnar vera heima. Taka teir kortini telefon við í skúla, so verða tær goymdar allan skúladagin, og tað vil við øðrum orðum siga, at telefonin als ikki er ein trupulleiki. Næmingarnir halda reglurnar.
Hetta sigur Dania Niclasen, skúlastjóri.
Næmingarnir í grunddeildini og miðdeildini leggja telefonirnar í skuffuna í borðinum hjá læraranum. Í hádeildini verða telefonirnar hjá næmingunum læstar inni í skápum.
- Børn eru børn, og sjálvsagt kemur tað fyri, at onkur hevur hug ella roynir at bróta reglurnar, men tað hendir sera sjáldan. Í nýggjari tíð er okkurt einstakt dømi um, at onkur næmingur hevur roynt tað. Men verða reglurnar brotnar, fær tað fylgjur. Flokslærarin avger saman við mær, hvat síðan hendir, og av tí at tað fær fylgjur, verða reglurnar so at siga ikki brotnar. Bara tað at næmingarnir vita, at lærararnir ganga høgt upp í, at reglurnar verða hildnar, er fyribyrgjandi.
Aftur verður tosað um at fáa fartelefonirnar út úr skúlunum, seinast á Løgtingi herfyri við einum lógaruppskoti til samtyktar. Dania Niclasen sigur, at skuldi eitt slíkt forboð komið, høvdu tey tikið undir við tí.
- Tað hevur millum annað nakað at gera við, at tá fáa foreldrini ábyrgdina av, at fartelefonin skal vera heima. Um so var, at forboð kom um fartelefonina, hevði tað verið lættari hjá okkum at gjørt reglugerðir.
Summi hava hug at blanda skíggjanýtslu og telefonnýtslu, vísir skúlastjórin á. Tá ið talan er um undirvísing, verða skíggjar brúktir.
- Nógv tilfar í dag er talgilt á skíggjum, vit hava talgiltar talvur ístaðin fyri gomlu grønu talvurnar. Summi foreldur hava kanska ikki skilt, at soleiðis fer undirvísing fram í dag. Har kunnu vit kanska taka í egnan barm og leggja okkum eftir at greiða foreldrum betur frá, hvat tað er, vit gera, og at tað er púra natúligt at brúka talgildar skíggjar. Vit mugu ansa eftir ikki at hugsa allar skíggjar í einum, tí ein skíggi, sum verður brúktur í undirvísing, kann ikki samanberast við telefonskíggja. Er tað so, at næmingurin skal brúka telefonina sum arbeiðsamboð í onkrum tíma, stendur tað tilskilað í vikuætlanini.
Dania Niclasen er eisini SSP-lærari. Partur av arbeiðnum hjá SSP er at undirvísa í sunnum vanum, eisini tá ið talan er um telefon og skíggjar. At børn sita nógv við skíggjum í frítíðini, er eingin ivi um, heldur hon.
- Børnini siga púra erliga frá, hvussu nógvar tímar um dagin, tey sita heima á telefonini ella við onkrum skíggja, og tað eru ógviliga nógvir tímar. Onkur upp í átta tímar um dagin. Siga vit, at børn longu sum heilt lítil sleppa at sita við eini telefon leingi, nógv og ofta, so fáa tey nógvar royndir í hesum; tey síggja nógv, tey ikki eiga at síggja og sum tey als ikki eru før fyri at skilja ella búgvin til, og tað sigur seg sjálvt, at hetta ávirkar tey; tað ávirkar atburðin, málið og alt rundan um tey. SSP ger nógv við at kunna foreldur um vandarnar, men tíverri møta øll foreldur ikki upp til hesar foreldrafundirnar.
Les reglurnar her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald