Innanlands

Atkvøða samgongulimir fyri andstøðuppskoti, kann tað gerast endin á samgonguni

Andstøðuuppskotið um Fámjinstunnilin kann gera enda á samgonguni

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-01 21:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Um tað er soleiðis, at andstøðuuppskot vera samtykt uttan um samgonguna, og sum hava stóran týdning og kosta nógvar pengar, so hava vit ikki eina samgongu meira, og tá ber ikki til at halda fram, sum man hevur gjørt higartil.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í kvøld, nú Henrik Old í dag legði frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum.

Rok hevur verið um Fámjinstunnilin ella Dalstunnilin skuldi gerast fyrst, og leygardagin segði Bill Justinussen, løgtingmaður fyri Miðflokkin, við in.fo, at lógaruppskot um at fara í holt við tunnil til Fámjins verður lagt fyri tingið mikudagin.

Bill Justinussen segði við tíðindasíðuna, at tinglimir úr flestu flokkum á tingi leggja uppskotið fram í felag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder