Í dag er ein søguligur dagur. Tað er í kvøld, at bretska parlamentið skal atkvøða um skilnaðaravtaluna millum Bretland og ES, og úrslitið av atkvøðugreiðsluni kann vera avgerandi fyri framtíðarsamstarvið millum Bretland og restina av Evropa.
Tað er bretski forsetisráðharrin Theresa May, sum hevur fingið hesa avtalu í lag við ES.
Upprunaliga var ætlanin, at atkvøðugreiðslan skuldi vera í desember, men Theresa May ásannaði tá, at meiriluti ikki var fyri avtaluni í Undirhúsinum, og tí gjørdi hon av at útseta atkvøðugreiðsluna.
Sum nú er, sær heldur ikki út til, at meiriluti er fyri avtaluni, og enn hevur Theresa May heldur ikki fullan stuðul frá sínum egna flokki.
Ætlanin er, at Bretland skal fara úr ES 29. mars.
Sambært BBC verður atkvøðugreiðslan klokkan 19 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald