2020-09-08 18:56
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Síðani mars hava ferðafólk hvørki fingið vátt ella turt umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways. Hetta fyri at so lítið av sambandi sum gjørligt er við ferðafólkini fyri at minka um Covid-19 smittuvandan.
Hósdagin fer Atlantic Airways at eftirmeta spurningin, um felagið aftur skal fara at bjóða mat og drekka umborð á flogførunum.
Hetta sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við Kringvarpið.
Í løtuni flýgur Atlantic bert til Danmarkar. Hesin túrurin tekur ikki meira enn tveir tímar og eitt korter, og tað er á rutum, ið varða longur enn hetta, at tað ferðafólk hjá ymsum flogfeløgunum nú aftur fáa mat og drekka umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald