Innanlands

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

Flogførini verða latin í 2032. Frammanundan er avtala gjørt um nýggj flogfør at koma í 2027 og 2028. Sostatt verða bert neo-flogfør í flotanum hjá Atlantic Airways frá 2032 at rokna.

(Mynd: Atlantic Airways)

(Mynd: Atlantic Airways)

2026-10-27 13:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska flogfelagið Atlantic Airways hevur skrivað undir sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum, sum eftir ætlan skulu verða klár í 2032.

Avtalan, sum varð undirskrivað á verksmiðjuni hjá Airbus í Toulouse í Fraklandi í farnu viku, fevnir eisini um møguleikan at bíleggja tvey flogfør aftur at teimum báðum, sum verða latin Atlantic Airways í 2032. Sambært sáttmálanum við Airbus, verður keypsprísurin ikki almannakunngjørdur.

Atlantic Airways eigur í løtuni eitt flogfar av slagnum Airbus A320 ceo, og felagið leasar sostatt hini trý flogførini í flotanum, harav tað eina er ceo, og hini bæði A320neo.

Samanborið við ceo eru neo-flogførini meira umhvørvisvinarlig. Tey brenna minst 20 prosent minni, og eisini er óljóðið frá flogførunum upp til 50 prosent minni.

- Okkara mál er at hava ein flota við bert neo-flogførum, og hendan avtalan er eitt stórt stig á teirri leiðini, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður, sum var við til at undirskriva keypssáttmálan í Toulouse.

[object Object]

Í 2028 og 29 fær Atlantic Airways tvey nýggj neo-flogfør, og við avtaluni, sum varð undirskrivað í farnu viku, fer Atlantic Airways eftir ætlan bert at hava neo-flogfør í 2032.

- Keypið skal vera við til tryggja eina leypandi endurnýggjan av flotanum og geva felagnum ein effektivan rakstur. Tað er ongin loyna, at vit eru í áhaldandi kapping við stór flogfeløg uttan úr heimi. Skulu vit framhaldandi vera kappingarfør, er alneyðugt at gera slíkar íløgur, so vit hava neyðugu fortreytirnar fyri at klára okkum á marknaðinum og altíð vera fyrsta valið, tá ið tað snýr seg um at flúgva til Føroya, sigur Niels Mortensen.

Avtalan hevur við sær, at føroyska flogfelagið nú hevur fýra nýggj neo-flogfør ávegis.

Flogførini eru samstundis partur av eini langtíðaríløguætlan á meiri enn tvær milliardir krónur komandi árini.

- Umframt at vit so líðandi fáa nýggj flogfør, eru vit eisini noydd at síggja í eyguni, at tyrlurnar skjótt eisini treingja til at verða skiftar út. Vit eru í løtuni í samráðingum við landið um ein nýggjan tyrlusáttmála, og har eru nýggjar tyrlur eisini ein avgerandi partur av roknistykkinum, vísir Niels Mortensen á.

Í fyrstu syftu eru hesi bæði nýggju flogførini saman við teimum báðum, ið koma í 28 og 29, við til at langtíðartryggja Atlantic Airways sum eitt sterkt og kappingarført flogfelag.

- Fyri okkum sum búgva og virka í Føroyum, er Atlantic Airways ein týðandi partur av kritiska infrakervinum, og tí er tað av alstórum týdningi, at felagið hevur ta tøkni og útgerð, ið skal til fyri varðveita eina støðuga og fjølbroytta loftbrúgv, umframt framhaldandi at kunna vera ein álítandi partur av tilbúgvingini í Føroyum, sigur Niels Mortensen at enda.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder