Innanlands

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag

Á Danish Travel Awards varð Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag. Flogfelagið takkar starvsfólkunum fyri virðislønina.

Á myndini eru Irdi Debes, Charter Admin, Agnar Jensen, Network & Charter Manager, Nancy S. Justinussen, Sales & Marketing Executive, og Andrias Sólsker, Chief Commercial Officer

Á myndini eru Irdi Debes, Charter Admin, Agnar Jensen, Network & Charter Manager, Nancy S. Justinussen, Sales & Marketing Executive, og Andrias Sólsker, Chief Commercial Officer

2026-10-08 16:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Atlantic Airways er kosið besta leiguflogfelag á Danish Travel Awards.

- Í altjóða høpi eru vit eitt lítið flogfelag, men vit hava stóra ábyrgd og eina týdningarmikla uppgávu, skrivar flogfelagið.

Flogfelagið sigur, at tað at reka eitt flogfelag við heimstaði í Føroyum krevur bæði vitan og royndir, men fyrst og fremst framfýsin og dugnalig starvsfólk, sum hvønn dag gera sítt besta.

- Uttan okkara dugnaligu starvsfólk, ongin virðisløn, skrivar Atlantic Airways.

Atlantsflog hevur fýra Airbus-flogfør og tvær tyrlur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder