Maritima messan Atlantic Fair verður latin upp í morgun við setanarrøðum frá borgarstjóranum í Klaksvík, Karl Johansen og Aksel Johannesen løgmanni. Setanin er kl. 10.30.
Meira enn 180 fyritøkur úr Føroyum og útlandinum vísa fram. Men eingin messa uttan fyrilestrar um aktuell evni í føroyska samfelagnum. So er eisini hesaferð á Atlantic Fair, har tað vera ikki færri enn 12 ymsar framløgur, sum snúgva seg um alt frá trygd á sjónum til grøna elframleiðslu.
Stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, leggur fyri stutt eftir setan av messuni umleið kl. 11.30. Hann umrøður m.a. atgongdina hjá føroyskum framleiðarum til útlendska marknaðin.
Seinnapartin eru tríggjar framløgur, sum snúgva seg um, hvussu Føroyar kunnu gerast uppaftur størri og ríkari sum land, hava vit eydnuna við okkum í telvingini við grannalond um ognarrætt til stór landgrunnsøki, sum harvið kann geva okkum nýggjar vinnumøguleikar. Bjørn Kunoy frá Fróðskaparsetrinum/Uttanríkisráðnum greiðir frá, og eftir hann fara Uni Árting og Heri Ziska frá Jarðfeingi at umrøða møguleikarnar fyri at finna og fara undir námsvinnu á havbotninum kring Føroyar. Seinastu framløguna í dag stendur stjórin í FOÍB, Jan Müller fyri. Hann umrøður framtíðar vinnumøguleikar báðumegin markið við Bretland.
Mikudagurin fer til at umrøða tvey fyri Føroyar týðandi evni. Ljós verður varpað á verandi og komandi føroyska flotan, har umboð fyri Mest, Skipsteknisk og Knud E. Hansen fara at greiða frá. Høvið verður so eisini at hoyra Mourtiz Mohr greiða frá fjølbroytta og nógva virkseminum hjá fyritøkuni bæði í Havn, á Skálafjørðinum og í Norra.
Eftir hesar framløgur er grøna orkuskiftið burturav á skránni seinnapartin mikudagin. Helma Maria Tróndheim frá SEV fer at kunna um seinastu stóru frágreiðingina um framtíðar orkuútbyggingar í Føroyum eins og Heini Ellingsgaard frá EFFO m.a. fer at umrøða nýggju og spennandi vindmylnulundina, sum skal setast upp í Eysturoynni.
Seinasta messudagin hósdagin kl. 11 fer Brandur í Funningsstovu, stjóri í Sjónámi at umrøða trygd og nýggju møguleikarnar hjá stovninum í Klaksvík at veita føroyskum sjómonnum neyðug skeið, soleiðis at hesir sleppa undan at fara av landinum. Og seinnapartin kl. 13 fer Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu at enda fyrilestrarrøðina og tosa um vinnuhøvuðsstaðin sum mentanarberi.
-Vónandi fáa vit eina góða messu eisini hesaferð og eg fari at ynskja bæði framsýnarum og vitjandi hjartaliga vælkomin til fiskivinnuhøvuðsstaðin Klaksvík sigur Áki í Skemmuni, sum skipar fyri Atlantic Fair messunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald