Hann helt fyri, at hesar dagarnar ráðstevnan er, knýta fyritøkur nýggj sambond, gera møguligar íløgur og fáa íblástur til skynsamar loysnir tvørturum landamørk.
Tílík samstørv kunnu verða tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, men avgjørt ein týðandi liður í menningini segði hann og helt fram:
- Góðar relatiónir við veitara úti í heimi skulu heldur ikki undirmetast. Men í hesum døgum, tá ið kostnaðurin at ferðast londini millum er dýrkaður, og heimurin støðugt gerst meira ótryggur, so er týdnigarmikið at fáa sum mest burturúr, tá ið partarnir hittast. Tí vit vita, at vitanardeiling og fysiskt samband hevur eina jaliga ávirkan á okkum sum menniskju.
Ein slík messa styrkir tí støðuna hjá føroyskum fyritøkum, sum fáa møguleika at vísa sína vøru, sín heimstað og veita tað gestablídni, sum sermerkir føroyingin.
At lokalar fyritøkur fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan og menna handilssambond í sínum egna umhvørvi, skapar eitt gott grundarlag fyri framtíðar samstarvi.
Harumframt hevur ein tílík vinnuframsýning stóran týdning fyri býin.
Sum borgarstjóri kann eg ikki annað enn fegnast um, at Klaksvíkar kommuna fær heiðurin at hýsa Atlantic Fair.
Nógvir gestir vitja í økinum, og er tað mín vón, at vitjandi fáa eina góða uppliving á messuni, umframt gangnýta møguleikarnar í býnum.
Vegna Klaksvíkar býráð vil eg bjóða tykkum vælkomin til Atlantic Fair 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald