![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í løtuni hevur Atlantic Airways túrar til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg og Keflavíkar.
Soleiðis hevur verið seinastu tíðina, men nú verða túrarnir til Edinburgh og Gran Kanaria aftur partur av ferðaætlanini.
Hetta váttar Jóhanna á Bergi fyri Kringvarpinum. Stjórin í Atlantic Airways váttar samstundis, at felagið hevur tikið tí avgerðina, at flúgvingin ikki verður tikin uppaftur til fimm onnur ferðamál.
Talan er um ferðamál, ið vóru partur av ferðaætlanini, áðrenn koronufarsóttin avmarkaði virksemið, skrivar kvf.fo.
Mett verður ikki, at tað fer at bera seg at flúgva fast aftur til millum annað París, men hugt verður nú eftir nýggjum møguleikum, sigur Jóhanna á Bergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald