Innanlands

Atlantic kunnar um corona áðrenn fráferð

Ferðafólk verða biðin um at venda sær til Kundatænastuna, um tey innan seinastu 14 dagarnar hava verið í einum útsettum øki. Flogferðslan úr útsettum økjum til og frá Danmark er nú avmarkað nakað

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-11 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úm tú ert umborð á einum flogfari hjá Atlantic Airways, fært tú eina kunning á bæði føroyskum og enskum, sum snýr seg um coronavirusi.

Hetta skrivar Vágaportalurin - hetta er kunningin:  

- Um ferðafólk seinastu 14 dagarnar áðrenn fráferð við Atlantic Airways hava verið í einum landi, sum danska Uttanríkisráðið frámælir at ferðast til ella frámælir óneyðugar ferðir til orsakað av corona-smittuni, verða tey vinaliga biðin um seta seg í samband við Kundatænastuna hjá flogfelagnum fyri nærri vegleiðing.

Danska stjórnin herdi í gjár síni corona-tiltøk, og flogferðslan var ein stórur partur av tí. Bann varð ásett til sokallaðu reyðu økini, og mælt verður staðiliga frá at fara til onnur lond, ið eisini í ein mun eru rakt av coronavirusinum. Næstu 14 dagarnar sleppur einki flogfar úr Norðuritalia, skíøkinum Ischl í Eysturríki, Hubei-landslutinum í Kina, Iran, og býinum Dawgu og Gyeongbuk-landslutinum í Suðurkorea ikki at seta seg í Danmark.

Les eisini: Fogbann eru eisini galdandi í Føroyum

Í Degi og Viku í gjár segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Altantic Airways, at felagið er ein partur av tilbúgvingini. Hon vísti á, at gott samband er við landslæknan og heilsumynduleikar, og bað fólk sum høvdu verið í útsettum økjum og sum skulu til Føroyar, um at venda sær til Altantic Airways fyri at gert tey praktisku viðurskiftini umborð heilt til reiðar. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder