2019-12-03 21:06
Nógvur vindur hevur verið í dag, og flogfarið hjá Atlantsflogi, sum skuldi lenda klokkan 19:50 er avlýst. Tað sæst á heimasíðuni hjá flogvøllinum, fae.fo.
Ferðafólkini sum skuldu koma úr Keypmannahavn eru umbókaði til RC1459, sum lendir klokkan 7:30 í morgin árini.
Undantikið kvøldrutina, eru øll flogfør í dag annars farin og komin eftir ferðaætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald