Innanlands

Atlantsflog fær serliga hjálparskipan frá landsstýrinum

Landsstýri tryggjar sítt egna flogfelag við eini FAS-líknandi endurrindan av lønarútreiðslum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-03 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska flogfelagið Atlantsflog, sum landsstýrið eigur, fær nú serliga hjálp frá landsstýrinum.

Á tíðindafundi fyri løtu síðani kunngjørdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, at landsstýrið saman við komandi næsta hjálparpakka, eisini fer at leggja fram eina lóg, sum gevur almenna flogfelagnum somu skipan við skattafyrimunum, sum skipafeløgini undir Føroysku altjóða Skrásetingini, FAS, hava.

Øvugt øllum hinum bráfeingis hjálpandi lógunum, sum hava ein dato har lógin fer úr gildi aftur – ein ”sólsetursdag”, sum løgmaður kallaði tað – er her talan um eina skipan, ið skal gerast varðandi.

Skipanin verður tann, at landskassin fer at rinda Atlantsflogi 35 prosent aftur, sum felagið hevur í lønarútreiðslum til starvsfólkini umborð á flogførunum og tyrlunum.

Skal bøta um gjald- og kappingarførið
- Endamálið við hesi skipan er at bøta um gjaldførið hjá almenna flogfelagnum, og í øðrum lagi er málið eisini at Atlantsflog skal standa sterkari í kappingini, tá samfelagið og harvið flogvinnan fer í gongd aftur, segði Jørgen Niclasen.

Sambært fíggjarmálaráðharranum er henda avgerð tikin út frá, at kappingarneytin hjá Atlantsflogi, SAS, hevur fingið eina peningainnspræning á 1,5 milliardir krónur frá danska og svenska statinum.

- Vit ynskja ikki at fara inn við beinleiðis stuðuli, men vilja heldur síðustilla flogvinnuna við farma- og ferðaskipavinnuna, sum eru skipaðar undir eini altjóða skipaskráseting fyri at kunna standa seg í kappingini við feløg úr øðrum londum, sum hava líknandi skipan.

- Í flogvinnuni síggja vit, at flogfeløg skráseta seg í londum við skipanum, sum eru til fyrimuns fyri tey, eitt nú í Írlandi. Mín vón er, at onnur flogfeløg fara at fáa eyguni upp fyri hesi skipan, og skráseta seg í Føroyum, segði Jørgen Niclasen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder