
Tað at Føroyar ikki longur eru reytt øki á kortinum, sum lýsir hvørji lond eru trygg at ferðast til og frá hjá norðmonnum, hevur ongan praktiskan týdning sum ferðamynstrið er í løtuni.
Ætlar tú tær úr Føroyum til Noregs, so mást tú ferðast umvegis Keypmannahavn. Og tá Danmark framvegis er reytt á norska koronakortinum, so er krav um sóttarhald í 10 dagar áðrenn tú kanst ferðast frítt millum norðmenn.
Hetta hava ferðandi úr Føroyum uppliva seinastu dagarnar, og tað er líka mikið hvussu stutt tú uppiheldur á flogføllinum í Kastrup hevur verið ella hvussu ansin tey hava verið á ferðini.
Men nú verður kanska møguligt aftur at ferðast beinleiðis millum Vágar og norska floghavn, og harvið sleppa undan sóttarhaldskravinum.
Jóhanna á Bergi, stjóri fyri Atlantsflogi, sigur við Portalin í kvøld, at flogfelagið arbeiðir við møguleikanum at gera eina túr til Noregs um vikuna.
- Tað eru rættiliga nógv fólk, sum hava sett seg í samband við okkum. Serliga eru tað nógvir sjómenn og starvsfólk í frálandsvinnuni, sum hava tørv á at ferðast til og úr Noregi.
- Vit halda okkum almennu tilmælini, sum frámæla allari óneyðugari ferðing. Tá tað er sagt, so er neyðugt hjá summum at ferðast.
- Og tað er út frá hesum, at vit nú ítøkiliga kanna møgleikarnar at gera ein túr til Noregs um vikuna, sigur Jóhanna á Bergi.
Um avgerð verður tikin um at fara undir flúgving aftur til Noregs, so roknar Jóhanna á Bergi við at kunna nærri um hetta hetta skjótast gjørligt, kanska longu í morgin.
Enn er óvist hvønn vikudag flogið verður og hvørja floghavn, talan verður um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald