2025-07-23 15:58

- Meðan Súni í Hjøllum, borgarstjóri, verður í feriu uttanlands komandi tvær vikurnar, frá 23. juli til 6. august, verður Atli F. Johansen, varaborgarstjóri, virkandi borgarstjóri.
Hesum boðar Nes kommuna frá í dag.
Atli F. Johansen var fyri fyrstu ferð valdur í býráðið á valinum í november 2024. Hann fekk næstflestar atkvøður á kommunuvalinum, og tá ið býráðið skipaði seg, var Atli valdur til varaborgarstjóra.
Sí eisini: Sùnhild Langgaard borgari nummar 1.600 í Nes kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald