2020-07-12 11:17

Seinnapartin í gjár, stutt fyri klokkan tvey, fekk løgreglan eina fráboðan úr einari bygd í høvuðsstaðarkommununi um, at ein átta ára gomul genta var blivin bitin av einum hundi.
Gentan fekk ikki álvarsaman skaða, men hon varð kortini koyrd til læknan.
Eigarin av hundinum fær í hesum sambandi eina bót fyri at lata hundin ganga leysan, og hevur hann boðað frá, at hann fer til djóralæknan at avlíva hann mánadagin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald