2020-07-26 09:52
Leygardag seinnapart var løgreglan úti og kannaði ferðsluna á Glyvursvegi á Argjum – eitt strekki, har tað verður sagt, at nógvir bilførarar koyra ov skjótt.
Vegastrekkið er í bygdum øki, har tað bert er loyvt at koyra 50 km/t, men kortini vóru fleiri, sum koyrdu skjótari enn hetta, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Tíggju mál vórðu skrivað. Átta bilførarar fingu klipp í koyrikortið, og tveir fingu eina treytaða frádøming, sum merkir at teir noyðast upp til nýggja koyriroynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald