Innanlands

Átta koyrdu ov skjótt í gjár

Eisini varð ein tikin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-26 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar á landsvegnum við Norðragøtu, og har vórðu níggju mál skrivað.

Átta bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu millum 99 og 110 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80.

Allir fáa bót, men tann eini fær eisini klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Umframt hetta varð ein bilførari eisini tikin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi, og tað gevur klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder