Innanlands

Átta verkætlanir fingið stuðul til gransking

46 umsóknir vóru um tilsamans 52,7 milliónir krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-27 07:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Átta verkætlanir hava fingið tilsamans 9,3 milliónir krónur í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum.

46 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um tilsamans 52,7 milliónir krónur, skrivar Granskingarráðið.

Av teimum átta verkætlanunum, ið faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til, eru fýra ph.d.-verkætlanir. 63% av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 38% menn.

Avgerðirnar hjá faknevndini eru grundaðar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Løgtingið hevur játtað 9 milliónir krónur til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað afturat, tí var samlaða játtanin 9,3 milliónir krónur

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

  • Rannvá Næs Hoydal: "Kroppurin í fornnorrønari gudafrøði. Ein tvørfaklig tilgongd til kropsmyndamál í fornnorrønari gudafrøði."
    Ph.d.-verkætlan á Háskúla Íslands – 1.200.000 kr.
  • Anna Eikhólm: ”Føroyski leisturin: Menning av sernámsfrøðiligari vitan í alenna skúlanum.”
    Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 1.700.000 kr.
  • Thomas Ulrich: ”Broytandi viðurskifti í havevnafrøði út frá havbotnsmineralum.”
    Verkætlan á Clausthal University of Technology í Týsklandi – 1.100.000 kr.
  • Ása Jacobsen: ”Uppvakstrarøki hjá fiski á føroysku firðunum og tilgongd í vinnuliga troyttar fiskastovnar á landgrunninum.”
    Verkætlan á Havstovuni – 1.058.965 kr.
  • Knud Simonsen: “Háupployst vindatlas fyri Føroyar.”
    Verkætlan á Veðurstovuni – 486.790 kr.
  • Eivy Kristiansen: ” Hugburður og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til trúnað og privatlív í einum lítlum sub-arktiskum samfelagi: Ein blandað háttalagskanning.”
    Ph.d. verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – 1.700.000 kr.
  • Pætur M. Holm: ”Betran av artrosu-viðgerð í Føroyum.”
    Verkætlan á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum – 1.100.000 kr.
  • Elsa Krosstein: ”Greining av upprunanum hjá føroyingum, grundað á genomiskar dátur”
    Ph.d. verkætlan á Københavns Universitet í samstarvi við Heilsustýrið og Fróðskaparsetrið – 1.000.000 kr.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder