Strandferðsln boðaði í gjárkvøldið frá, at leið 300, Tórshavn - Flogvøllurin, ikki longur koyrir.
Les eisini:
Strandfaraskipini kunnu ikki sigla við fleri enn 100 ferðandi - bygdaleiðir koyrir ikki til flogvøllin
PF Auto hevur eisini boðað frá, at felagið steðgar allari koyring til flogvøllin komandi tvær vikurnar. Hýruvognsfelagið koyrir hvønn dag nógvar túrar millum høvuðsstaðin og flogvøllin.
Ikki er greitt um Eysturrutan, ið eisini dagliga flytir ferðafólk til og frá flogvøllinum, fer at gera tað sama. Hon koyrir fólk til og frá Norðurstreymoy, Eysturoynni og Norðoyggjum.
Í morgun skulu heilsumyndugleikarnar og Atlantic Airways fundast um støðuna viðvíkjandi flogviðurskiftunum, nú landslæknin hevur eyðmerkt Danmark sum eitt reytt øki.
Auto skrivaði soleiðis á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið:
Corona COVIT-19 smittuvandin hevur við sær, at teir 33 hýruvognarnir hjá P/F Auto stegða við allari koyring til og frá Vága Floghavn á midnátt í kvøld.
Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Auto, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum.
Steðgað verður fyribils at koyra í 14 dagar, og boðað verður frá, tá koyringin byrjar aftur
vh, P/F Auto
Dia Midjord, stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald