![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
At myndugleikarnir í morgun ikki stongdi Føroyum fyri umheiminum - serliga flúgving í Danmark - skapti stóra ónøgd.
Sí eisini:
Eiga Føroyar at steðga allari flúgving
Spyrfo: Fólkið vil støðga flogferðsluni
Undirskriftinnsavnan til áheitan um ferðafólkaforðboð
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, var beinanvegin úti við rívuni, og í høvuðsheitinum hava tey flestu sum hava viðmerkt á Portalinum og á sosialu miðlunum víst sína ónøgd. Yvir 2000 hava skrivað undir eina innsavnan sum byrjaði um middagsleitið.
Seinnapartin var eitt ferðafólk, sum var umborð á einum flogfari úr Keypmannahavn óg vísti sjúku eyðkenni, koyrt í sóttarhaldi.
Nú hava myndugleikarnir broytt støðu. Bárður á Steig Nielsen segði í Degi&Viku fyri lítlari løtu síðani, at landslæknin fyri løtu síðani hevur eyðmerkt Danmark, har smittan av álvara hevur spreitt seg í vikuni, sum eitt reytt øki.
Hetta er á støði við millum annað Norðuritalia, og eftir tilmælinum hjá myndugleikunum kann tað tulkast sum, at øll ferðaflúgvinflúgving úr Danmark skal stegðast. Hetta veður tó ikki endaliga avgjørt fyrrrenn í morgin - myndugleikarnir skulu á fund við Atlantic Airways í morginárini, boðaði Bárður á Steig Nielsen frá.
Tað kann eisini merkja, at fólk ið koma úr Danmark skulu í sóttarhald í 14 dagar, tá tey koma til Føroyar.
Løgmaður vísti í kvøld á, at tað ikki var ein skeiv avgerð, at bíða við at steðga flogferðsluni. Hann merkti áðrenn tíðindafundin í morgun, at ætlaðu tiltøkini tyktust heldur ógvislig, men tey røttu sambært serfrøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald