Innanlands

Ávara um svikarar í sambandi við Black Friday

Løgreglan og Brúkaraumboðið hava nøkur góð ráð í sambandi við, at svarti fríggjadagur er hesa vikuna

(Mynd: Bruk.fo)

(Mynd: Bruk.fo)

2025-11-26 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í overumorgin er Black Friday - svarti fríggjadagur - og løgreglan heitir í hesum sambandi á fólk um at vera varin, tá tey keypa á netinum.

– Svikarar í hópatali bretta upp um armar og fyrireika góð tilboð og falskar heimasíður fyri at lumpa okkum. Black Friday kann skjótt gerast dýrkeyptur fyri teg, um tú verður svikaður á netinum, skrivar løgreglan.

Í hesum sambandi hevur Føroya Politi lagt nøkur góð ráð út á Facebook:

  • Um eitt tilboð ljóðar ov gott til at vera satt, so er tað allarhelst so.
  • Hygg væl at leinkinum, áðrenn tú trýstir á tað. Sær tað illgrunasamt út?
  • Trýst ongantíð á eitt leinki á sosialum miðlum, men far beinleiðis inn á heimasíðuna hjá fyritøkuni.
  • Hygg um tilboð hava undarligar/skeivar upphæddir.
  • Kanna upphæddina og navnið á fyritøkuni, áðrenn tú góðkennir við Nets.

Eisini Brúkaraumboðið heitir á fólk um at vera varin í sambandi við Black Friday.

– Á sosialum miðlum eru nógvar lýsingar og nógv góð tilboð frá alskins heimasíðum. Tað er tó av týdningi at kanna, at heimasíðan keypt verður frá er verulig. Vit síggja alsamt meira av følskum heimasíðum í okkara grannalondum, har útlendskar heimasíður síggja út til at vera eitt nú danskar, skrivar Brúkaraumboðið.

Ráðini frá Brúkaraumboðnum til keyp á netinum eru:

  • Les á eitt nú Trustpilot, hvat onnur siga um heimasíðuna.
  • Kanna hvat hetta er fyri ein heimasíða - sær hon eftirfarandi út, er tað lætt at fáa samband við fyritøkuna o.s.fr.
  • Kanna myndirnar, sum verða brúktar á heimasíðuni – eru tær gjørdar við vitlíki?
  • Tak skíggjamyndir (screenshots). Hetta er serliga fyri at goyma skjalprógv av lýsingini og keypstreytunum, um okkurt ikki gongur eftir ætlan.

Fleiri ráð frá Brúkaraumboðnum til bæði brúkarar og vinnurekandi í sambandi við Black Friday síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder