2020-11-13 11:40

Seinnapartin verður móttøka á Hálsi í Havn har handilin Hans Joensen heldur til.
Handilin, sum hevur verið til í eitt mannaminni, fekk nýggjar eigarar herfyri, og seinastu tíðina eru handilshølini umvald, og úrvalið er víðkað.
Í dag seinnapartin verður so nýtt navn avdúkað, og í tí sambandi verður móttøka klokkan 16.
Nýggju eigararnir eru Bergur Ryggstein og Pætur Steinhólm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald