![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs samtykti tíðliga í vár at skriva út navnakapping um nýtt navn til Tórshavnar Kvøldskúla. Freistin at senda uppskot inn til navnakappingina var 3. apríl klokkan 12.
Tá freistin var farin, høvdu 93 fólk latið uppskot inn. Nøkur sendu eisini fleiri uppskot inn, og samanlagt eru yvir 200 uppskot komin, sigur Tórshavnar kommuna.
Ein dómsnevnd við umboðum fyri Tórshavnar Kvøldskúla og umsitingina í Tórshavnar kommunu hevur mett um uppskotini og gjørt tilmæli til Mentamálanevndina at taka støðu til.
Mentamálanevndin hevur umrøtt málið, men nevndin hevur útsett avgerðina um navnið til í heyst, sigur kommunan.
Sostatt varðveitir kvøldskúlin navnið Tórshavnar Kvøldskúli eina tíð afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald