2023-09-09 11:37
Ein bilførari í høvuðsstaðnum er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra bil uttan koyrikort.
Tað var um eitt tíðina í nátt, at hann varð steðgaður á Hvítanesvegnum. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður, og varð blóðroynd tikin av honum.
Umframt hetta vísti tað seg, at hann heldur einki koyrikort hevði, tí tað hevði hann mist frammanundan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald