Føroya Tele kunngjørdi á aðalfundi í dag roknskapin fyri alt samtakið. Føroya Tele varðveitti sín marknaðarpart, samstundis sum kundagrundarlagið vaks í tráð við vaksandi fólkatalið í Føroyum.
Avlopið í 2019 gjørdist slakar 34 milliónir krónur eftir skatt. Sammett við árið fyri er úrslitið eftir skatt góðar 14 milliónir lægri.
Orsøkin til lækkingina skal í høvuðsheitum síggjast í lækkandi prísum, menning av verandi og nýggjum virkisøkjum, og at partvísa sølan av ognarlutinum í Formula ávirkaði roknskapin fyri 2018.
Á aðalfundinum varð gjørt av at lata eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, 34 milliónir krónur í vinningsbýti.
– Samanumtikið er úrslitið gott, hóast árið er merkt av, at samtakið er í eini broytingartíð við stórum menningarverkætlanum, men áhaldandi fokus og ein væleydnað samanseting av starvsfólkaførleikum eru við til at tryggja, at vit framhaldandi røkka okkara aðalmáli um at knýta Føroyar og føroyingar í eina betri framtíð, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri, í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag.
Í 2019 vóru íløgur samanlagt gjørdar fyri 68 milliónir krónur, sigur Føroya Tele.
Broytingar eru gjørdar í nevndini. Teir fýra nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum árið, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur gjørt tvær broytingar í nevndini.
Nýggir nevndarlimir eru Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen. Lena er nýggj, meðan Annbritt sat í tíðarskeiðinum 2013-2019. Tær eru valdar fyri Gloriu Kalsø og Ninnu Herdis Danielsen. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir á aðalfundinum. Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen.
Sostatt er nevndin á Føroya Tele mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Johnni M. Poulsen, Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Lena L. Mohr, Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen.
Ómar Svavarsson heldur fram sum formaður, og Johnni M. Poulsen er nýggjur næstformaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald