Tað er nú greitt at Dansibandsfestivalurin ikki verður í ár. Hesum boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi.
- Vit eru sera fegin um tann stóra áhugan fyri Dansibandsfestivalinum og greitt er eisini, at Dansibandsfestivalurin 2020 skuldi verða tann størsti nakrantíð, siga fyrireikararnir.
- Kampingplássið var útselt og forsølan av vikuskiftispassum hevur ongantíð verið so góð - og skráin við bestu dansibandsorkestrunum úr Norra og Føroyum borgaði fyri góðsku og upplivingum fyri lívið. Tær upplivingarnar eru nú útsettar til 2021 - og vit gleða okkum at taka ímóti festivalgestum um mánaðarskifti apríl-mai 2021, verður sagt.
Tey sum hava keypt vikuskiftispass kunnu velja at flyta passið til næsta ár, men kunnu eisini fáa pengarnar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald