2020-11-06 16:28

Kommunala Brennistøðin byrjaði at avskipa gamalt jarn mikudagin seinnapartin.
Arbeitt hevur síðan verið frá 8 á morgni og til 22 á kvøldi. Nú verður roknað við, at arbeiðið verður liðugt eftir nátturða í kvøld.
Tá hevur Brennistøðin avskipað millum 1800 og 2000 tons av jarni. Hetta er alt selt til endurvinningar, hesaferð er tað ein norskur keypari, sum hevur keypt alt jarnið.
Jarnið verður koyrt av brennistøðini á Hjalla og inn á Sund, har Hav Nes tekur ímóti.
Vanliga avskipar Brennistøðin jarn tríggjar ferðir um árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald