Í gjár noyddust starvsfólk hjá avstralska djóragarðinum, Mogo Zoo at flyta øll 200 djórini, sum húsaðust í garðinum.
Osøkin var, at djóragarðurin var í statinum New South Wales, sum er serliga hart raktur av skógareldunum, og høvdu fólk í økinum fingið boð um at flyta øll burtur.
Tá starvsfólkini fyrst høvdu tryggjað tey stóru djórini, mátti stjórin ásanna, at ein betri loysn mátti finnast fyri at verja ein part av teimum lítlu djórunum, og tí varð avgerð tikin um, at starvsfólkini máttu taka tey við sær heim.
- Beint nú eru øll møgulig djór inni í húsinum hjá mær, og eru tey øll trygg og væl vard, sigur stjórin sambært Jyllands-Posten.
Seinastu vikurnar hava starvsfólkini í Mogo Zoo fyrireikað seg væl, og vórðu tey eisini til reiðar, um eldur skuldi komið í djóragarðin. Bjargingarátakið eydnaðist væl, og eingin av djórunum lótu lív.
Síðan mánadagin hevur eldurin kravt sjey mannalív í New South Wales, og 18 tilsamans í øllum landinum.
Sambært myndugleikunum er einki, sum bendir á, at tamarhald fæst á støðuni fyribils orsakað av nógva vindinum og hitanum, sum í hesum døgum nærkast 40 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald