Sosiali miðilin Reddit hevur stevnt avstralska statin og avstralska ráðharran í samskiftismálum orsakað av lógini, sum bannar avstralskum ungum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar.
Avstralski hægstirætturin skal nú taka støðu til málið, skrivar Ritzau.
Sambært Reddit, sum er skrásett í USA, ger lógin seg inn á rættin til politiskt talufrælsi og politiskt samskifti.
Reddit verður brúkt sum eitt kjakforum, har brúkarar kunnu deila uppsløg - eisini dulnevnt.
Bannið kom í gildi mikudagin og er tað fyrsta av sínum slagi í heiminum.
Børn og foreldur verða ikki revsað, um tey ikki fylgja banninum, men teir stóru tøknurisarnir, sum eiga sosialu miðlarnar kunnu fáa bót á yvir 200 milliónir krónur, um tey loyva ungum undir 16 ár í Avstralia at brúka sosialu miðlarnar.
Avstralska stjórnin hevur áður sagt, at hon er til reiðar at stríðast ímóti øllum løgfrøðiligum avbjóðingum í sambandi við bannið.
Tveir tannáringar kærdu eisini málið í november. Tað málið skal eftir ætlan viðgerast í rættinum í februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald