placeholder
Uttanlands

Avstralskt flogfelag tryggasta flogfelagið í heiminum aftur í ár

Hetta er 7. árið á rað, at Qantas verður kosið tryggasta flogfelag í heiminum. Á top 20 listanum liggur SAS á 14. plássinum.

Flogfar hjá Qantas í Sydney, Avstralia (Mynd: EPA)

Flogfar hjá Qantas í Sydney, Avstralia (Mynd: EPA)

2020-01-03 17:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avstralska flogfelagið Qantas er aftur kosið tryggasta flogfelag í heiminum. Hetta er nú sjeynda árið á rað, at Qantas fær hendan heiðurin.

Tað er heimasíðan AirlineRatings.com, sum hevur eftirlit við 405 flogfeløgum kring heimin, sum hevur gjørt listan, sum kemur út eina ferð um árið.

Tá listin skal gerast, verður m.a. tikið hædd fyri, flogvanlukkur, hvussu gomul flogførini eru, og hvussu fíggjarliga støðan hjá flogfelagnum er, skrivar TV2.

Fleiri feløg eru tikin av listanum, m.a. British Airways, ANA, og American Airlines.

Á listanum yvir 20 tey tryggastu flogfeløgini, liggur skandinaviska flogfelagið SAS á einum 14. plássi.

20 tryggastu flogfeløgini í heiminum

1. Qantas
2. Air New Zealand
3. EVA Air
4. Etihad Airways
5. Qatar Airwais
6. Singapore Airlines
7. Emirates
8. Alaska Airlines
9. Cathay Pacific
10. Virgin Australia
11. Hawaiian Airlines
12. Virgin Atlantic
13. TAP Air Portugal
14. SAS
15. Royal Jordanian
16. Swiss
17. Finnair
18. Lufthansa
19. Aer Lingus
20. KLM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder