Avstralski staturin New South Wales, har stórbýurin Sydney liggur, fer frá 1. juni at linka nøkur av teimum tiltøkunum, sum vórðu sett í verk fyri at avmarka smittuspjaðingina.
Frá 1. juni sleppa upp til 50 fólk at savnast á matstovum og skeinkistøðum. Tað var seinasta fríggjadag, at hesi fingu loyvi at lata upp aftur aftaná tveir mánaðir. Í løtuni sleppa skeinkistøðini ikki at taka ímóti fleiri enn 10 fólkum í senn.
Men við nýggju tiltøkunum vónar Gladys Berejiklian, forsætisráðharri í New South Wales at fáa sett ferð á búskapin aftur.
Í apríl mistu 221.000 fólk í statinum arbeiði, og um alt landið var talið næstan 600.000.
Hetta var ein vanlukka, sum ikki má endurtakast, sigur Berejiklian sambært Ritzau.
Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison vónar, at meginparturin av tiltøkunum verða sett úr gildi áðrenn juli sum ein liður í ætlanini um at fáa gongd á búskapin aftur.
Fríggjadagin longdi landið tó eitt forboð, sum forðar ferðamannaskipum við fleiri enn 100 ferðafólkum at sigla í avstralskum sjógvi komandi tríggjar mánaðirnar.
Sambært worldometers.info hevur Avstralia, ið hevur uml. 25 mió. íbúgvar, staðfest 7.095 smittutilburðir, og 101 andlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald