Uttanlands

Avstralskur stórbýur stongdur vegna smittu

Koronasmittan er blómað uppaftur í milliónabýnum Melbourne

Allir bilar úr Melbourne varða kannaðir av løgregluni (Mynd: EPA)

Allir bilar úr Melbourne varða kannaðir av løgregluni (Mynd: EPA)

2020-07-09 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næststørsti býur í Avstralia, Melbourne, er nú avbyrgdur, og skal verða tað í seks vikur.

Tað hendir, tí stórur vøkstur av koronasmittu hevur verið staðfestur í býnum. Serliga hevur smittan rakt eitt øki við almennum íbúðum. Her eru umleið 3.000 fólk innistongd í íbúðum sínum, skrivar AFP.

Nú Melbourne er stongdur av, verða tilsamans fimm milliónir fólk tvunin aftur til ein gerandisdag við nógvum koronaavmarkingum, bert fáar vikur eftir, at tær annars vórðu settar úr gildi.

Samstundis royna myndugleikarnir at avmarkað sambandið millum avstralsku statirnar og so statin Victoria, har Melbourne liggur.

Vónin er, at myndugleikarnir kunnu avmarka smittutilburðirnar í restini av landinum.

Men trupulleikin er, at eitt stórt tal av fólkum eru rýmd úr Victoria áðrenn stongsulin varð settur í verk, og óttast verður nú fyri, at hesi fara at spjaða smittuna. Nógv fólk royndu at koma til grannastatin New South Wales áðrenn mørkini vórðu stongd.

- Nakrir smittutilburðir úr Victoria kunnu gera, at bikarið flýtir yvir, og vit fáa eina nýggja uppblóman av smittuni, sum vit ikki hava tamarhald á, sigur smittuserfrøðingurin Mary-Louise McLaws við avstralska miðilin ABC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder