Innanlands

Avtala um nýggja fongslið undirskrivað

Tað verður WSP Danmark A/S, sum skal standa fyri arbeiðinum – saman við m.a. føroysku fyritøkunum MAP Arkitektum, Landsbyggifelagnum (LBF) og PB Consult

2025-11-19 15:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er greitt hvør skal standa fyri arbeiðinum at byggja nýggja fongslið, sum skal liggja oman fyri bygningarnar við Áir har Firum hevur sítt virksemi.

Løgmálaráðið boðar í dag frá, at Styrelsen for Danmarks Fængsler í dag hevur skrivað undir sáttmála við WSP Danmark A/S, sum saman við undirveitarunum Friis & Moltke (Danmark), JJW Arkitekter (Danmark), MAP Arkitektar (Føroyar), LYTT Architecture (Danmark), LBF (Føroyar), PB Consult (Føroyar) og Hollingsworth Pack (Danmark), skulu standa fyri arbeiðinum at byggja nýggja fongslið.

Nógvar fyritøkur hava víst arbeiðinum at byggja nýggja fongslið í Føroyum áhuga. 

Landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni K. Petersen, fegnast um, at arbeiðið er komið so langt, at sáttmálið nú er undirskrivaður, og at føroyskar fyritøkur og føroyskir arkitektar eru umboðaðir í toyminum, sum skal byggja nýggja fongslið.

Tá ið farið verður undir arbeiðið at gera grundøkið byggibúgvið og tá farið verður undir sjálva byggingina, fáa føroyskar fyritøkur møguleikan at bjóða seg fram og veita tænastur í hesum sambandi, skrivar Løgmálaráðið.

Nýggja fongslið við Áir kemur ístaðin fyri varðhaldið í Mjørkadali og eftir ætlan skal fongslið standa liðugt við árslok 2030.

Í varðhaldinum í Mjørkadali í dag sita sum meginregla bara persónar, sum hava fingið fongsulsdóm, styttri enn 18 mánaðir. Aðrir persónar mugu sum meginregla til Danmarkar at sita dómin.

Við nýggja fongslinum er ætlanin, at so at siga allir føroyingar skulu kunna sita dómin í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder