2023-09-16 18:13
Í vikuni varð avtala undirskrivað um at víðka kirkjugarðin í Elduvík.
Tað vóru Jákup Martin Kjeld og Tórbjørn Jacobsen, sum skrivaðu undir fyri ávikavist Spf. Rókina og Runavíkar kommunu.
Allan Norðgerð, sum starvast á Teknisku deild hjá kommununi, hevur fyrireikað málið, og ætlandi verður kirkjugarðurin víðkaður norðureftir við 30 gravum, skrivar Runavíkar kommuna.
Sáttmálin varð undirritaður í skúlanum í Elduvík, og Rókin er nú farin undir arbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald