Ítróttur

B36 havt seinastu venjingina - Vit eiga at toppa nú

Vit eru sera væl fyri, og fara eftir at vinna í morgin, sigur Jákup á Borg

B36 vandi í dýrdarveðrið á Tórsvøll fyri løtu síðani.

B36 vandi í dýrdarveðrið á Tórsvøll fyri løtu síðani.

2018-07-11 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 leggur nú seinastu hond á fyrireikingarnar undan Evropa League-dystinum ímóti OFK Titograd Podgorcia í Gundadali.

B36 hevur júst vant á Tórsvølli eitt stórt døgn undan fyrra dystinum í fyrra undanumfarinum. Vit fingu orðið á Jákup á Borg, høvuðsvenjara

- Vit eru ordiliga væl fyri. Vit hava verið í gongd leingi nú, so konditiónsmessiga burdu vit toppa nú. Síðani vit komu heim av Gibraltar, hava vit roynt at liva so proffesionelt sum gjørligt. Allir menninir hava fingið sær frí frá øðrum í dag, vit hava verið og eti gott niðri á Haps, hava verið ein gongutúr og havt taktiskt prát eisini undan venjingini. So vit hava roynt at fyrireika okkum so væl sum møguligt.

Jákup sigur, at hansara lið burdi toppa nú, meðan mótstøðuliðið er eina aðrastaðni:

- Í forhold til teir, so vita vit, at síðsti dystur teir spældu var fyri hálvum øðrum ári síðani. So vit eiga at toppa, meðan teir eru í uppstartinum. So vit eru ógvuliga spentir til uppgávuna, og hava fyrireika okkum seriøst til hana.

Venjarin hjá B36 metir, at tað ber saktans til hjá B36, at fáa eitt gott útgangstøði, og at hóast eitt reint mál er ein høgur prioritetur, so fer B36 eftir sigrinum í morgin:  

- Tað er øðiliga viktugt, at vit spæla dystin væl í morgin, soleiðis at vit hava nakað at spæla um í seinna hálvleiki; t.v.s í seinna dysturin har niðri, har fyrri hálvleikur so er í morgin. Tað er viktugt, at vit  halda nullið. So tað er egentliga eingin katastrofa fyri okkum, um dysturin endar 0-0. So skulu vit bara hava eitt mál har niðri. Og so kunnu teir blíva eitt sindur “shaky”. Men vit fara eftir at fáa eitt gótt útgangsstøði, og tað er helst við einum sigri. Tað tora vit at siga; tað verður hamrandi trupult, men um teir ikki ordliga raka sítt støði og kanska mangla 5-10 % og vit eru heilt har uppi, har sum vir kunnu vera, so ber tað til. Tað er heilt sikkurt ein møguleiki.

Jákup á Borg sigur, at Robert Heðin Brockie og Andrias Eriksen eru ivasamur, meðan Hannes Agnarsson helst ikki spælur. Michal Przybylski er nýggur í B36-hópinum, og ársins stjørnuskot í fjør er tøkur í morgin.

Dysturin ímillum B36 og Titograd byrjar klokkan 19.00 í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder