Mentan

Bach í kertuljósi

Konsert verður í Ólavskirkjuni í Kirkjubø

2018-11-02 21:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach.

Tónleikurin verður framførdur í myrkri. Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið, er prýtt við ljósmyndum av meistaranum sjálvum og eyðkendu nótaskrift hansara.

Tey, ið framføra í ár, eru:

Birita Poulsen, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk - Jón Festirstein og Monika Stauss, violin - Jona Jacobsen, viola - Jens Chr. Guttesen, sello.

Hugleiðingar: Meinhard Bjartalíð, prestur - Myndaprýði: Carsten Macdonald Arnskov

Konsertin er hóskvøldið 6. desember.

Tónleikararnir byrja at spæla verk úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach, meðan fólk kemur í kirkjuna. Síðani byrjar sjálv konsertin við sangum og tónleiki eftir Bach, ið Ólavur Jakobsen hevur lagt til rættis.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder