Innanlands

Bæði foreldur skulu hava foreldramyndugleika

Tað skal ikki gerast munur á um foreldrini eru gift ella ógift, heldur Bjarni Hammer, sum vegna Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið

Bjarni Hammer

Bjarni Hammer

2020-09-24 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri
løgtingið um at veita øllum foreldrum felags foreldramyndugleika frá tí, at eitt barn
verður føtt, so at gift og ógift verða javnsett á hesum øki.

- Tá eitt barn verður borið í heim, burdi tað verið ein natúrlig sjálvfylgja, at bæði foreldur at nýfødda barninum hava foreldramyndugleika á barninum. Men soleiðis er tað ikki í dag, sigur Bjarni Hammer í viðmerkingunum til uppskot um felags foreldramyndugleika, sum hann hevur latið løgtinginum.

Bjarni Hammer vísir á, at tá eitt barn verður føtt í dag, hava bæði foreldur
foreldramyndugleika, um foreldrini eru gift. Eru foreldrini ikki gift, hevur mamman
einsamøll foreldramyndugleikan.

Ógift mamma skal í dag taka eina aktiva avgerð um, hvørt hon vil lata pápanum
foreldramyndugleika á barni teirra. Tað kann møguliga eggja til óneyðuga ósemju
foreldranna millum, heldur Bjarni Hammer.

- Øll børn eiga sum útgangsstøði at hava rætt til bæði foreldur við føðing, uttan mun til, um foreldrini eru gift ella ógift, soleiðis at bæði foreldur verða javnt stillað, sigur Bjarni Hammer.

Uppskotssetarin vísir á, at tá mál av hesum slag enda í rættinum í Føroyum, ber einans til at áleggja øðrum foreldrinum foreldramyndugleikan. Bjarni Hammer heldur, at rætturin, eins og í grannalondum okkara, skal kunna áleggja foreldrum felags foreldramyndugleika.

Samanumtikið heldur Bjarni Hammer, at lógin skal tryggja rættin hjá barninum til at trívast og tryggja rættin hjá barninum til bæði foreldur uttan mun til, um foreldrini eru gift ella ógift.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder