Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum eftir Thorbjørn Egner eigur eitt serligt pláss í hjørtunum hjá bæði vaksnum og børnum.
Nú er henda bókin aftur at fáa í bókhandlunum og hesa ferð í dagførdari útgávu við øllum sangum og nótum, sum vit kenna úr Vallbakkaskóginum. Eyðun Johannessen týddi, og Pauli Hansen lagaði nótarnar til sangirnar.
Í Vallbakkaskóginum eru altíð góðar søgur, sangur og bakstur, og í nýggju, flottu Bakibókini í Vallbakkaskóginum sleppa vit við Haru-Peri bakarameistara í bakaríið.
Bókin er ein bakibók til alla familjuna við nógvum hugskotum og uppskriftum, millum annað hunangskøkurnar hjá Bjarnamammuni, fyltu hornini hjá Hjalsmúsini, føðingardagskøkan hjá Bamsapápanum, grønmetistertan hjá Elsdýrinum og sjálvandi bæði vanligar og dupultpipraðar piparkøkur.
Una Poulsen týddi úr norskum. Bókin er innbundin og 96 blaðsíður. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald