Í hesum døgum eru tíggju ár liðin síðan stóra føroyska alifyritøkan Bakkafrost fór á keypsskálan í Oslo. Hesi tíggju árini er virðið á fyritøkuni 20-faldað, vísir norski vinnulívs- og búskaparmiðilin, e24.no á.
Men júst í hesum døgum peikar kurvan á kursvirðinum ikki bara uppeftir, sum hon annars hevur gjørt seinastu tíggju árini.
Síðan koronavirusið av álvara fór at hótta londini í vesturheiminum, hevur partabrævið hjá Bakkafrost mist nógv virði. Miðskeiðis í februar toppaði tað við einum virði á 717 norskar krónur. Fáar dagar eftir kavaði virðiðn niður á 460 krónur, og hevur annars ligið millum 470 og 530 teir seinastu dagarnar.
Í sambandi við at Bakkafrost hevur verið á Oslo Børs í tíggju ár, hevur e24.no tosað við Rúna M. Hansen, nevndarformann í føroysku alifyritøkuni, sum kappast við Lerøy Seafood um at vera triðstørsta á listanum yvir ”sjømatsselskaper” eftir Mowi og Salmar.
Rúni M. Hansen
Sunnur javni og gott gjaldføri
Rúni M. Hansen letur væl at støðuni, hóast virksemið er merkt av Korona-støðuni, sum tó ikki hevur rakt fyritøkuna beinleiðis.
- Støðan er óviss. Øll merkja tað, eisini vit, so tað er nakað vit mugu taka atlit til. Í slíkum støðum er gott at hava góðan fleksibilitet og ein sterkan javna, vísir hann á.
Hann sipar til møguleikan at laga framleiðsluna eftir umstøðunum. Tá eftirspurningurin frá matstovum kring allan heimin er burtur, er møguleiki at brúka orkuna til at framleiða porsjónir, sum kunnu seljast í matvøruhandlunum.
- Tað hevur týdning at halda framleiðsluna gangandi og miðsavna okkum um trygdina hjá starvsfólkunum, sigur Rúni M. Hansen.
Hann vísir á, at felagið hevur ein sunnan javna og gott gjaldføri. Sambært roknskapinum var skuldin um eina milliard krónur, men óbrúktu kredittirnir vóru 2,5 milliardir.
Bakkafrost harðari rakt
Henda seinasta mánaðin er kursurin á Bakkafrost-partabrævinum lækkaður við yvir 20 prosentum, og tað er nakað meira enn miðal fyri fyritøkurnar á Oslo Børs, sum framleiða mat úr sjónum.
Alexander Aukner, greinari hjá DNB Markeds, vísir á yvir fyri e24.no, at partabrævið hjá Bakkafrosti er rakt eitt sindur harðari orsaka av koronakreppuni.
- Tað er natúrliga ein vandi fyri, at Bakkafrost verður rakt harðari enn aðrar líknandi fyritøkur, tí felagið hevur fingið góðan prís fyri at selja til matstovur, serliga í USA og Asia, og tí kemur undir trýst nú, sigur hann við e24.no, men vísir eisini á, at um prístrýstið fer at halda á í longri tíð, so er Bakkafrost betri enn flest allar hinar alifyritøkurnar at standa ímóti.
DNB Markeds metir, at ráðiligt er at keypa partabrøvini hjá Bakkafrost í núverandi støðu.
Men her er ikki semja millum norsku greinararnar. Norski miðilin sigur, at flestu teirra eru ivasamir. Bert tríggjir av tíggju meklarafyritøkum mæla til at keypa. Fimm mæla til at bíða og tvær mæla til at selja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald