Vinna

Bakkafrost fingið enn eina tvíkilju í flotan frá KJ

Hósdagin stevndi Hagagjógv av Fuglafirði og til nýggja heimstaðin, Klaksvík. Hon verður sett í vinnu á Borðoyarvík. Tvíkiljan er nýbygningur nummar 18 hjá KJ og varð upprunaliga bygd til fyritøkuna Pan Fish Faroes í 2007

Tvíkilja Hagagjógv, ávegis til Klaksvíkar. (Mynd: KJ / Pætur Egholm Jacobsen)

Tvíkilja Hagagjógv, ávegis til Klaksvíkar. (Mynd: KJ / Pætur Egholm Jacobsen)

2024-10-02 13:51 Author image
Áron Vest
placeholder

Tvíkiljan hevur havt fleiri eigarar síðstu árini, og seinasti eigarin var íslendska alifyritøkan Arnarlax. KJ keypti tvíkiljuna heim úr Íslandi í fjør heyst, eftir at ein lítil eldsbruni hevði verið í stýrhúsinum. Tvíkiljan er so gott sum høvuðsumvæld, og gjørd klár at fara í vinnu hjá Bakkafrost.  

[object Object]- Tvíkiljan Hagagjógv (Mynd: KJ / Pætur Egholm Jacobsen)

Stutt um tvíkiljuna kann sigast at hon er 12 metrar long og 6 metrar breið – tilsamans 17BT. Hon er útgjørd við tveimum FPT N60 motorum við 400hk hvør. Eisini er hon útgjørd við einum 18 tonsmetur dekskrana frá Palfinger.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder