Innanlands

Bakkafrost gjørt avtalu um keyp av biogassverki og hevur sett rakstrarleiðara í starv

Fróði Mortensen settur sum rakstrarleiðari á biogassverkinum

Danska felagið Bigadan A/S skal byggja nýggja biogassverkið

Danska felagið Bigadan A/S skal byggja nýggja biogassverkið

2018-09-27 16:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið P/f Føroysk Náttúruorka, sum er eitt dótturfelag hjá Bakkafrost, og danska felagið Bigadan A/S undirskrivaðu fríggjadagin 21. septembur eina heildarveitingaravtalu um, at Bigadan skal byggja nýggja biogassverkið, ið Bakkafrost hevur tikið stig til at gera.

Hugskotið at gera eitt biogassverk í Føroyum er gamalt. Í fleiri ár hevur tað verið eyðsýnt, at burturkast frá alivinnuni og tøð frá landbúnaðinum eru virðismiklar ráðvørur, sum kunnu brúkast til biogassframleiðslu og góðskað tøð.

Biogassverkið, sum verður bygt á Skarðshjalla, skal í fyrstu atløgu taka ímóti og viðgera tøð frá mjólkarbóndum, lívfrøðiligt burturkast frá smoltstøðum og frá alingini á sjónum. Biogassverkið kann tó eisini taka ímóti øðrum lívrunnum burturkasti.

Avtalan millum Bakkafrost og Bigadan ásetur at biogassverkið skal verða liðugt í desembur 2019.

Nýggjur rakstrarleiðari
Fyrr í ár søkti Bakkafrost eftir rakstrarleiðara til nýggja biogassverkið. Umleið 30 umsóknir komu til starvið og Bakkafrost hevur valt at seta Fróða Mortensen í starvið. Fróði Mortensen er 37 ára gamal og útbúgvin maskinmeistari.

Fróði Mortensen starvast í dag sum projektleiðari innan biogass á týsku fyritøkuni innan orkuframleiðslu E.ON. og hevur m.a. verið við til at byggja fleiri biogassverk í Danmark.

Fróði Mortensen byrjar í starvinum 1. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder