Í gjár vórðu E-coli bakteriur funnar í vatninum í Nólsoy, og í dag gjørdist greitt, at smáar nøgdir av bakterium eru í vatninum á Eystaru Bryggju. Tóshavnar kommuna boðar frá, at talan er um eina koliforma og eina e-coli bakteriu pr. 100 ml av vatni.
Tískil verður mælt til at kóka vatnið, og um fólk eru í iva og ótrygg, verður eisini mælt til ikki at drekka ókókað vatn - hetta til onnur boð verða givin.
Tað er serliga e-coli bakterian, sum kann vera vandamikil - serliga fyri smábørn, eldri og veik fólk, skrivar torshavn.fo.
Tólv aðrar kanningar vórðu tiknar í Havn, Hoyvík, á Hjalla og á Argjum og vóru hesar í lagi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald