Innanlands

Bankabygningurin í Steinatúni lekur

Starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu, sum arbeiða í Steinatúni, skulu møguliga flyta aðrastaðni

(Skíggjamynd: Dagur og vika / KvF)

(Skíggjamynd: Dagur og vika / KvF)

2025-08-25 20:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Snotiligi bankabygningurin í Steinatúni, sum Tórshavnar kommuna keypti frá Føroya Banka í 2013, lekur og har er soppur.

Hetta visti Dagur og vika at siga í kvøld.

Út við 80 starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu arbeiða í bygningunum, og nú skulu tey møguliga flyta aðrastaðni.

- Nøkur eru sum ikki tola at vera í bygninginum og ein loysn skal finnast, sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, við Dag og viku.

Leiðslan í kommununi hevur seinnapartin havt fund við deildarleiðarar í bygninginum og í morgin verða starvsfólk kunnað um støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder