Innanlands

BankNordik í uppskoti til ársins banka

BankNordik er ein av trimum bankum í uppskoti til at gerast Ársins Banki millum stóru og miðalstóru bankunum í danska kongaríkinum

2019-05-15 11:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

BankNordik er í uppskoti til heiðursløn tá FinansWatch fer at tilluta einum banka heitið sum Ársins Banki millum teir stóru og miðalstóru bankunum í danska kongaríkinum.

BankNordik er ein av trimum bankum í uppskoti til at gerast Ársins Banki, saman við Ringkjøbing Landbobank og Sparekassen Vendsyssel.

Lyklatølini, sum innstillingin er grundað á eru útvald lyklatøl fyri inntøku, vøkstur í inntøku, treystleika og virkisføri hjá bankanum, skrivar KVF. Bankarnir fáa stig fyri avrikið í 2018 og undanfarin ár, og fyri menningina samanborið við undanfarin ár.

Vinnarin verður kunngjørdur 28. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder