Innanlands

Bara tvey innløgd av koronu

Aftur í gjár vóru nógvir nýggir koronutilburðir staðfestir, heilir 636 í tali. Men bara tvey fólk eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum av koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-19 19:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur í løtuni rætta vegin við innleggingum á Sjúkrahúsverkinum. Talið á innløgdum av koronu er komið niður á tvey eftir at hava verið støðugt á fimm í nakrar dagar.

Umframt tað eru tvey fólk innløgd av aðrari orsøk, men við koronu.

636 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Hetta er nakað færri enn teir 729 tilburðir sum vórðu staðfestir í kanningunum mánadagin.

269 eru staðfest frísk aftur síðani seinastu dagføring. Í løtuni eru 3369 positiv við koronu.

3843 kanningar vórðu gjørdar í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder