Klokkan 23 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at bardagi var í Tórsgøtu í Havn.
Talan var um tríggjar til fimm útlendingar, sum bardust við ein mann. Maðurin fór á sjúkrahúsið, men hvussu illa fyri hann var, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn ikki at siga.
Málið verður kannað nærri í dag. Tveir av útlendingunum vórðu handtiknir í gjárkvøldið, og teir verða avhoyrdir.
– Tá alkohol er innblandað, noyðast vit at bíða, til fólk eru blivin eitt sindur edrú, áðrenn vit tosa við tey, og í hesum førinum er neyðugt við tulki fyri at avhoyra teir, sigur vaktleiðarin.
Hann upplýsir ikki, hvørjum landi teir eru frá, men lagt verður afturat, at talan er ikki um fólk, sum búgva í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald