Innanlands

Bárður bíðar

Sambært Kringvarpinum er tað eftir Miðflokkinum - sambært in.fo útskrivar Bárður á Steig Nielsen løgtingsval á tingfundinum seinnapartin. Tað verður í øllum førum ikki leingi, til ein fráboðan kemur frá løgmanni

Løgmaður segði fyri sløkum tveimum tímum við Kringvarpið, at hann skjótt fór at koma við einari fráboðan

Løgmaður segði fyri sløkum tveimum tímum við Kringvarpið, at hann skjótt fór at koma við einari fráboðan

2022-11-09 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi, at flokkarnir samanumtikið halda tað, at um samgongan missir parlamentariska meirilutan, so er tað at hava eitt val og ongantíð ov skjótt

Hetta segði Bárður á Steig Nielsen í døgurðatíðindinum í Krigvarpinum. Tá segði løgmaður eisini, at hann framvegis bíðar eftir at fáa endaliga greiðu á nøkrum viðurskiftinum, og hann heldur fast í tí grundleggjandi, ið hann torir at siga, at allir flokkarnir eru samdir í: At tá tað endaliga verður staðfest, at parlamentariska grundarlagið undir verandi samgongu er heilt burtur, so skal løgtingsval verða skjótast gjørligt.

Spurningurin er, hvørjir snøklar eru eftir. Eingin av andstøðuflokkunum, ið kann tryggja parlamentariska grundarlagið, vil í samgonguna. Jenis av Rana, ið nú aftur er løgtingmaður, var í gjár við til at avgerða at taka Miðflokkin úr samgonguni.

Les eisini: Løgtingsval verður helst í fyrru hálvu av desember

Kringvarpið vil tó verða við, at teir ið hava mannað tingbólkin hjá Miðflokkinum hetta valskeiðið, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen, ið ikki eru partur av floksstjørnuni, eru ikki so heitir fyri at fara burtur úr samgonguni. Tað kunnu ymiskar orsøkir verða til hett, men talan er um óvattað tíðindi. Jenis av Rana hevur nú tikið sæti fyri Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi.

Sambært Eiriki Lindenskov og in.fo fer løgmaður at skriva út nýval á løgtingsfundinum, sum er í gongd nú. Har verður eisini komið inn á, at viðurskiftini viðvíkjandi fíggjarlógini 2023 helst skulu koma uppá plass, áðrenn nøkur endalig avgerð fellur. 

Til ber at fylgja við tingfundinum her - nakrar 1. viðgerðir eru á skránni, men nakað av órógvi er í tinginum orsakað av verandi støðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder