Innanlands

Løgtingsval verður helst í fyrru hálvu av desember

Lagt er upp til, at løgmaður í dag fer at skriva út nýval. Um so er, kann valdagurin í fyrsta lagi verða mikudagin 7. desember og í síðsta lagi eina viku seinni, 14. desember

Bárður á Steig Nielsen undir seinasta valstríðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen undir seinasta valstríðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-09 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pynt, jólainnkeyp, kavi, jólatónleikur og so valplakatir, valstríð og síðani løgtingsval. Tað er ógvuliga sannlíkt, at hesi tingini verða blandaði saman í desember.

Eftir hendingarnar í gjár, har løgmaður fyrst loysti Jenis av Rana úr starvi sum landstýrismaður, og har floksstjórn Miðfloksins síðani valdi at taka flokkin úr samgonguni, bendir so at siga alt á

Bárður á Steig Nielsen segði í Degi & Viku í gjárkvøldið, at nú verða møguleikarnir kannaðir og vendir skjótt, og løgmaður vildi ikki útskriva val enn, men staðfesti samstundis at tað er eingin ivi um, at vit nærkast einum vali.

Les eisini: Løgmaður ásannar: Nógv bendir á val í desember

Nú er talan um minnilutasamgongu, og teir andstøðuflokkarnir, sum við sínum tali av tinglimum kundu hjálpt, hava greitt víst aftur, at teir ætla sær aftur í samgongu - Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin mæla allir til nýval.

Tað tykist ikki at vera nakar vegur uttanum hjá løgmanni, og Sambandsflokkurin stendur eisini á pappírinum lutfalsliga væl í tí á pappírinum í løtuni, meðan tað er nakað verri hjá Fólkaflokkinum.

Spurningurin er so, um Bárður á Steig Nielsen trýstir á knøttin í dag. Um so er, kann valdagurin í fyrsta lagi verða mikudagin 7. desember og í síðsta lagi eina viku seinni, 14. desember. 

Sambært løgtingslóg er tað so, at løgtingsval ikki kann vera fyrrenn fýra vikur, eftir at tað er útskrivað, og heldur ikki meira enn fimm vikur aftaná tí dagfestingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder